top of page

R/S JÁKUP SVERRI

Síðan ETV var stovnað í 1982 er Jákup Sverri uttan iva tann stórsta avbjóðingin vit nakrantíð hava havt. 
ETV hevði ábyrgd av øllum innan el yvir alt skipi. Heilt frá projektering til montering við meira.

R/S JÁKUP SVERRI er kent at vera eitt tað friðarligasta skipi í heiminum. Tað er bygt at lúka Silent-R krøv fyri láa undir-vatns geiðsl. Skipi hevur nýggjastu tøknina til alskins granskingar og kanningararbeiði. 

Skipi hevur tveir diesel-generatorar av slagnum Wärtsilä 8L20, ið eru monteraðir á gummipútum fyri at minka um ljóð og ristingar. Hvør generatorur veitur 1500kW. Skrúvan er driving av einum dupult-viklaðum el-motori, ið kann koyra við upp til 2400 kW. 

Okkara veiting til skipið fór heilt frá sniðgeving í 3d av brúgvapultum, navigatiónsútgerð, automatiska stýriskipan av maskinrúmi, installatión og programmering av fabrikk, projektering og bygging av øllum undir el-talvum og skápum, umframt høvuðstalvu 690V, 400V, 230V og 24V. 

bottom of page