top of page

Privatlívspolitikkur/dátuverndarkunning

Endamálið við hesum politikkinum er at lýsa, hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónsupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

El-talvuvirkið hevur ábyrgdina av upplýsingunum, sum vit savna um teg og vit tryggja, at tínarpersónsupplýsingar verða viðgjørdar sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar

Kontaktupplýsingar:

Um tú ynskir at venda tær til okkara viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú gera tað við at senda boð til:

Sp/f El-talvuvirkið
Tróndargøta 18
FO-512 Norðragøta
Føroyar


Tel. +298 477733
Teldupost: etv@etv.fo

Viðgerð av persónsupplýsingum:

Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult hjá okkum at varðveita og halda møguligar avtalur við teg.

Persónsupplýsingar um kundar verða savnaðar til endamálini, sum nevnd eru niðanfyri:

• Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
• Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
• Møguliga onnur viðurskifti

Kundar og møguligir kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar frá tær:

• Navn,
• Bústað
• Teldupostadressu
• Telefonnummar
• V-tal (felag ella firma)


 

Persónsupplýsingar um kundar verða samlaðar til endamálini, sum nevnd eru niðanfyri:

• Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
• Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

Hesar upplýsingar verða savnaðar grundað á fylgjandi lógarheimild:

• Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”halda eina avtalu” (dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 2.) Talan kann vera um skriftligar avtalur, men eisini um vanligar handilsavtalur, sum vanlig keyp og søla.

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað, sambært dátuverndarlógini, er loyvt, og vit strika tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað ella, tá mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

• Upplýsingar um kundar verða vanliga strikaðar 5 ár eftir, at kundasamstarvið og samskiftið er endað.

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at gerast veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar um teg:

• Navn
• Bústað
• Teldupostadressu
• Telefonnummar
• V-tal (felag ella firma)
• Kontonummar

 

Serlig flokking av persónupplýsingum (viðkvæmar upplýsingar)

Í útgangsstøðinum skráseta vit ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvomu upplýsingarnar.

Persónsupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar grundað á endamálini, sum nevnd eru niðanfyri:

• Til viðgerð av okkara keypi/veitan
• Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

• Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”halda eina avtalu” (dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 2.) Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært dátuverndarlógini er loyvt, og vit strika tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

• Upplýsingar um veitaran strikast tá ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin, ella 5 ár eftir at samstarvið og samskiftið er endað.

Starvsumsóknir/umsøkjarar og umsóknir um praktikkpláss:

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl ella fyrispurningar um praktikkpláss, verða øll skjølini lisin av leiðsluni við tí endamáli at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði.

 

Lógarheimildin til viðgerðina av umsókninum er ”heimilað áhugamál” sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dvl.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingarnar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við grundarlagnum: “heimilað áhugamál” (dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 6.) Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina.

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjarin er funnin, og setanartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl strikað, um persónurin ikki verður settur í starvið.

Tá talan er um sjálvbodnar umsóknir og einki starv er tøkt, verður antin noktandi svar sent beinanvegin og umsóknin strikað, ella verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mesta lagi 12 mánaðir. Hvønn 1. februar verða umsóknirnar strikaðar, um ikki serligt samtykki er.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

Títt samtykki er sjálvboðið og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

 

Aðrar upplýsingar um viðgerð:

Trygd

Vit hava gjørt hóskandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða strikaðar, almmannakungjørdar, blíva burtur, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbrúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina.

Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar sambært dátuverndarlógini § 7

• Kunningartilfeingið hjá virkinum er vart av verjugarði
• Malware eftirlit er lagt inn. Anti-malwareskipanir verða dagførdar so hvørt.
• Kunningartilfeingið hjá virkinum verður trygdaravritað leypandi, og verður javnan kannað.
• Atgongd til persónupplýsingar er bygd á serstøk brúkara-ID og persónligt loyniorð.

 

Dataminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsupplýsingar, sum eru neyðugar í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað vera lógarásett, hvat slag av persónsupplýsingum, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara virksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.

Dagførdar upplýsingar

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara upplýsingar eru rættar og dagførdar, og tí er neyðugt, at tit upplýsa okkum um týðandi broytingar í tykkara data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri at siga okkum frá, um broytingar hesum viðvíkjandi, so syrgja vit fyri, at dagføra tykkara persónsupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar.

Víðarigeving av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, peningastovnar, myndugleikar sum TAKS, o.s.fr. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna og skulu ikki brúka teir til egin endamál. Í onkrum førum verður dáta víðarigivið til bankar, inkasso, advokatar, flutningsfeløg o.s.fr. Vit brúka í útgangsstøði bert dátuviðgerðar úr EU, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í lagi, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.

 

Vit nýta Facebook

El-talvuvirkið hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning um virki felagsins og marknaðarføring. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar ymiskar upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá ETV. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl fyri vitjandi á síðuni og Facebook brúkar hesar upplýsingar til at tillaga hvørjar lýsingar, tú skalt síggja á Facebook. Um tú sært tað, sum liggur á Facebook, er tað helst tí, at tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og góðtikið teirra politikk.

Tú kanst lesa meir um cookiepolitikkin á https://www.facebook.com/privacy/policies/cookies/

Vit nýta LinkedIn

El-talvuvikið hevur eina LinkedIn síðu, sum verður brúkt til kunning og ymiskar lýsingar. Eisini her eigur tú at vera  vitandi um, at LinkedIn savnar inn upplýsingar um teg, tá tú brúkar LinkedIn síðuna hjá etv. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og LinkedIn brúkar hesar upplýsingar til at tillaga tín vanga fyri at vita, Hvørjar lýsingar, tú skalt síggja á LinkedIn.

Um tú sært tað, sum liggur á LinkedIn, er tað helst tí, at tú hevur skrásett tín vanga á LinkedIn og góðtikið teirra politikk.

Tú kanst lesa meir um cookiepolitikkin hjá LinkedIn á https://www.linkedin.com/legal/cookie-policy

 

Tíni rættindi

• Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst, hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg, hvar tær koma frá og hvat vit brúka tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma upplýsingar um teg umframt at fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun, vit víðarigeva persónsupplýsingar í Føroyum og uttanlands.

• Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó vera avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.

• Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættað. Tú skalt venda tær til okkara og upplýsa okkum um, hvar feilurin er og hvussu, tað kann rættast. Vit heita á teg, at vera neyv/ur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tíni umbøn umrættingum.

• Í summum førum hava vit skyldu til at strika títt persónsdáta. Hetta kann vera eitt nú í samband við, at tú tekur eitt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit savnaðu tað til, kanst tú biðja um at fáa tað strikað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rættarligum avtalum.

• Tú hevur rætt til at senda eina kæru til dátueftirlitið (www.dat.fo)

Dátueftirlitið
Sigmundargøta 13
Postboks 300
FO-110 Tórshavn

Tlf.: (+298) 309100

Teldupostur: dat@dat.fo

• Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar ovast tí hesum skjalinum til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.

• Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er, at tú ynskir, at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgdara ella dátaviðgera

• Vit strika títt persónsdáta, tá tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vórðu savnað til. Tá tú vendir tær til okkara við eini áheitan um at rætta ella strika tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella strika dátaið so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum.

Seinast dagført 24.10.2023/ TJ

bottom of page